Reproduced with kind permission from Kringvarp Føroya.
Hamradun performing “Jallgríms Kvæði” live at the
Sound Art Live Theater (SALT) on Suduroy.
Recorded for Faroese television in 2019.
Music: Traditional/John Egholm
Arrangement: Hamradun
Lyrics: Traditional
Line-up:
Pól Arni Holm – lead vocals. Uni Debess: guitar. John Egholm: guitar. Finnur Hansen: keyboards/samples. Heri Reynheim: bass. Rani H. Christiansen: drums.
Thomas Petur Askham, Martin Eidesgaard, Kristian Olsen: guest vocals.
Crew:
Hans Petur Hansen, Mathias Dimon Næs, Bjarni Rubeksen: camera operators. Albin W. Ísaksson: lights. Alexander Gaard: sound recording. Magnus Gaard Hansen: CCU. Finnur Hansen: sound editing. Rúni Friis Kjær: producer.
Lyrics:
1. Eina veit eg rímuna,
gjørd við nýtum orðum,
Jallgrímur og Havgrímur
ráddu fyri í forðum.
Chorus:
Latum dansa og dynja, dreingir og nú,
stásiliga stígur ringurin,
stendur hon væl frúva.
2. Jallgrímur og Havgrímur
ráddu for búnum brandi,
hann var seg á Upplondum,
men hin á Bjarmalandi.
3. Løgdu sær so ráðni við,
sum fornir gjørdu í forðum:
“Tað skal ikki kongur stýra
her um Heroyar norður.”
4. Har kom niður á Bjarmalondum
fimmti riddarar reystir,
tá svaraði Havgrímur:
“Hvat eru tað fyri gestir?”
5. Svaraði ein av sveinunum,
hann smílist undir lín:
“Haraldur kongur av Noregi
hann sendi meg til tín.
6. Haraldur hevur oss higar sent
ikki við so blíðum,
antin skalt tú landið skatta
ella ímóti stríða.”
7. Havgrímur so til orða tekur,
mælir av tungu inna:
“Her hevur eingin skattur gingið,
alt tað ið frægir minnast.
8. Eg eri alin á Bjarmalondum,
giti ei landið skattað,
ikki skal hann Haraldur kongur
fregna tað og frætta!”
9. Bóru burt hans borðbúnað,
gjørt var av silvuri reina:
“Takið nú tann høvdinga
og berið út á teinar!”
10. Løgdu hendur á Havgrím unga,
ætlaðu út at bera,
hann vá upp sín bitra brand,
væl kundi brynjur skera.